Avbjóðingarnar í samfelagnum gerast alsamt størri, og vit kunnu ikki longur einans dúva uppá áður brúktar loysnir og arbeiðshættir. Vit mugu bróta upp úr nýggjum til tess at menna samfelagið enn meira, og tí er neyðugt at arbeiða miðvíst við at menna eina innovatiónsmentan í landinum.

Fyrisiting landsstýrisins eigur at ganga undan í hesi tilgongd. Visjónin hjá landsfyrisitingini er at vera fremst í nýskapan, arbeiðslagi og samskifti, og eitt av teimum fýra virðunum er at bróta slóð.

 

Innovatiónsbólkurin

Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen setti í apríl í 2013 ein bólk at greina tørvin, avbjóðingar og møguleikar viðvíkjandi nýhugsan í landsfyrisitingini og í samfelagnum sum heild. Endamálið hjá bólkinum var at kveikja og stimbra innovatión í føroyska samfelagnum. Við støði í hesum varð farið undir at skriva eitt tilmæli til løgmann um, hvussu nýhugsan verður stimbrað í tí almenna og í samfelagnum sum heild.

 

Í innovatónsbólkinum vóru:

Rúni Rasmussen (formaður), deildarstjóri, Løgmansskrivstovan
Elin Mortensen, fulltrúi, Løgmansskrivstovan
Birita Nolsø, fulltrúi, Løgmansskrivstovan
Oyvindur av Skarði, fulltrúi, Vinnumálaráðið
Durita Tausen, varastjóri, Gjaldstovan
Jóanes N. Dalsgaard, fulltrúi, Heilsumálaráðið

 

Vit bróta slóð

Í februar mánaði 2017 varð farið undir verkætlanina Vit bróta slóð á Stjórnartænastuni, í samband við starvslestrartíðina hjá Báru Akselsdóttir Haraldsen og Jónu Ólavsdóttir Dalsgarð á Løgmansskrivstovuni. Eitt av endamálunum við verkætlanini var, at varpa ljós á innovatión í almenna geiranum í Føroyum. Í hesum sambandi vórðu innovatiónssøgur frá borgarum, stovnum og ráðum savnaðar saman og millum annað givnar út í bóklinginum Samstarvsrikin innovatión – føroyskar innovatiónssøgur úr almenna geiranum. Ætlanin var at vísa á fjølbroytni í almennari innovatión í Føroyum og leggja upp til kjak um, hvussu vit, tvørtur um geirar, stovnar og ráð, kunnu fremja samstarvsrikna innovatión.

 

Bóklingurin kann lesast her.