Innovatión kemur ikki burturúr ongum, men krevur, at vit eru tilvitað um hetta og samskipa verkætlanirnar skynsamt.

 

Yvirskipað eru trý eyðkenni, ið vísa seg í innovativum organisatiónum:

– Hava greiða leiðslu og strategiska kós

– Hava eina innovatiónsmentan

– Hava samband tvørtur um organisatiónina og uttanhýsis samband

 

Tað eru fleiri hættir at arbeiða við innovatión. Innovatión í gerandisdegnum kann rótfestast í eini organisatión við at seta greið mál fyri nýskaparnararbeiði. Ein innovatiónsstrategi kann vera ein háttur at menna innovatiónsførleikarnar í eini organisatión til tess at megna at loysa framtíðaravbjóðingar.

Tað er umráðandi, at ítøkiligar gerðir og virksemi fylgja málunum, tá ið ætlanir verða lagdar. Ábyrgd verður síðani løgd út til viðkomandi persónar, soleiðis at málini kunnu gerast veruleiki.

 

Tað vísa seg serliga at vera fimm viðurskifti, ið ein leiðsla eigur at taka atlit at, fyri at fáa sum mest burturúr innovatiónstilgongdum.