Her eru fleiri slóðir, sum á ymiskan hátt hava við innovatión at gera.

MindLab er ein almenn menningareind, sum saman við borgarum, stovnum og fyritøkum skapa nýggjar og innovativar loysnir. Sí meira her.

NESTA er ein sjálvstøðug miðdepil í Onglandi, sum hjálpir fólkum og organisatión at fremja í verki góð hugskot. NEST hevur framleitt nógvar sera góðar frágreiðingar, tilmæli og greiningar. Sí meira her.

Social+ er ein pallur í Danmark fyri sosialar uppfinningar/innovatión. Arbeitt verður við at skapa nýggj hugskot og fremja tey fyri at fyribyrgja og loysa sosialar trupulleikar. Sí meira her.  

Produktivitetskommissionen varð sett av donsku stjórnini í 2012. Nevndin ger greiningar og tilmæli, sum hava til endamáls at styrkja Danmarkar produktivitet. Sí meira her.

Velfærdsinnovation. Hetta er eitt av fokusøkjunum danska tíðarritinum MandagMorgen. Sí meira her.

Nordic Innovation er ein stovnur undir Norðurlandaráðnum, sum arbeiðir við at fremja handil og innovatión tvørtur um landamørk. Sí meira her.

OECD arbeiðir nógv við at lýsa, greina, samanbera og geva tilmæli í samband við innovatión á øllum samfelagsøkjum. Les meira her. 

Hagstova Føroya hevur gjørt greiningar í samband við innovatión/nýskapan í føroyskum fyritøkum. Fleiri allýsingar av innovatión og áhuvagerd tøl og indikatorar eru tøk. Sí meira her.

Vinnova er almennur svenskur stovnur, sum hevur til endamáls at stimbra innovation og burðardyggan vøkstur í svenska samfelagnum. Sí meira her. 

Amerikanska innovationsstrategiin (A Strategy for American Innovation) gevur gott innlit í, hvat eitt stórveldi leggur dent á í samband við at tryggja búskaparvøkstur og framgongd. Sí meira her.

Avstralska stjórnarráðið, sum fyrisitur vinnu, innovatión, gransking v.m. stendur á odda fyri at stimbra innovatión í Avstralia.  Á heimasíðu teirra fæst  innlit í, hvussu arbeitt verður við m.a. at stimbra innovatión í avstralsku fyrisitingini. Sí meira her.