Samskapan er, tá ið almennir og ikki-almennir partar, til dømis almennar organisatiónir og brúkarar, samstarva um at skapa nýggjar loysnir til felags avbjóðingar. Samskapan er tí at loysa uppgávur saman og at vera í samráðingum við brúkaran gjøgnum alla tilgongdina. Um brúkarin verður tikin við so tíðliga sum møguligt, fáa allir partar møguleika fyri at koma við sínum íkasti. Endamálið við samskapan er at skilja støðuna og avbjóðingarnar hjá brúkaranum og í felagsskapi at snikka eina loysn til, sum loysir hesar avbjóðingar.

“Vit skulu fara frá at gera loysnir fyri borgaran til at gera loysnir saman við borgaranum.”

Tá ið vit tosa um samskapan, er tað ikki nokk, at brúkarin er tikin við uppá ráð. Allir partar skulu lata munandi tilfeingi, so sum tíð og hugskot, og brúkarin skal vera ein virkin leikari í samstarvinum. Tá ið brúkarin er við til at skapa nýggjar loysnir saman við almenna veitaranum, økir hetta um ognarkensluna hjá brúkaranum, sum er til fyrimunar fyri allar partar.

Tað finnast fleiri dømi um samskapan í Føroyum, eitt av hesum er “Tann góða tilgongdin”.

Foreldur at børnum við autismu høvdu leingi gjørt vart við sína ónøgd við vantandi samskipan av almennu tænastunum. Tí vendu tey sær til Almannamálaráðið við ynski um at fáa eina tænastu, sum var betur skipað. Almannamálaráðið tók síðani stig til verkætlanina við heitinum “Tann góða tilgongdin”.

 

Samstarv varð skipað millum Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Autismufelagið, umframt allar viðkomandi stovnar á hesum økjum. Umboð fyri Autismufelagið vóru við í allari tilgongdini.

  • Tey vita best. Tað eru tey, sum kenna, hvussu tað er, at vera brúkari av almennu skipanini, og kenna trupulleikan av vantandi samskipan millum ymsu stovnarnar. Tað hevði positiva ávirkan, at foreldur vóru við í arbeiðinum, sigur Eyðvør Mortensen, samskipari.

Partarnir funnu í felag fram til ein leist, sum skuldi betra um almennu tænasturnar hjá familjum við børnum við autismu. Harafturat heldur Eyðvør Mortensen, at samstarvið í sjálvum sær var ein eykavinningur.

  • Vit læra hvønn annan at kenna, og tað skapar eitt nógv betri samstarv, sum eisini hevur ávirkað samstarv í øðrum høpi enn viðvíkjandi børnum við autismu, greiðir Eyðvør frá.

Eitt ár eftir, at leisturin varð verksettur, var fundur við Autismufelagið. Sambært Eyðvør hava afturmeldingarnar sum heild verið góðar. Hon leggur afturat, at tað er umráðandi ikki at undirmeta samskipanarpartin, tí at tess fleiri partar eru við í samstarvinum, tess meiri arbeiði liggur í at samskipa verkætlanina.