Tað finst ein ørgrynna av arbeiðshættum, ið stuðla undir innovatión og innovativar tilgongdir.
Innovatiónsspurningurin er ein ítøkiligur arbeiðsháttur í nýskapanararbeiði. Í stuttum snýr tað seg um at seta ein spurning, sum letur upp fyri nýggjum møguleikum, heldur enn at seta mál um meira av tí sama.
Innovatiónsspurningurin eigur:
- at rúma eini visjón
- at vera ein avbjóðing at svara
- at vera lættur at skilja og at vera kveikjandi í mun til víðari arbeiði
Góð ráð, tá ið arbeitt verður við innovatiónsspurninginum
- Gevið tykkum góða tíð til at arbeiða við spurninginum. Tað er torførari, enn tú heldur, og tað kann taka vikur ella mánaðir, áðrenn tú ert heilt liðug/ur at orða rætta spurningin.
- Gerið tykkum greitt, hvussu og hvør skal arbeiða víðari við hugskotunum, sum koma burturúr innovatiónsspurninginum.
- Innovatiónsspurningurin skal ikki vera ein neyðsemja. Er ósemja um, hvussu spurningurin skal orðast, gerið so heldur tveir spurningar.
- Tað er sera umráðandi, at leiðslan stuðlar arbeiðinum í allari tilgongdina.
Nær er talan um ein innovatiónsspurning?