Tá vit hugsa innovatión, er tað okkurt sum sigur, at hetta er okkurt nýtt – t.d. ein nýggj vøra ella ein nýggj tænasta. Og tað er tað eisini ofta, men als ikki bara.

Innovatión er týdningarmikil, um vit sum samfelag skulu fylgja við altjóðagerðini. Og tí mugu vit alla tíðina hugsa um, hvussu vit eru nýskapandi innan øll øki.

Fyri íverksetarar í Føroyum hevur ein tann størsta avbjóðingin verið ein avmarkaður heimamarknaður. Men við tí ferð, sum tøknin mennir seg, eru Føroyar í dag á fleiri økjum partur av altjóða marknaðinum. Hetta viðførir bæði møguleikar og avbjóðingar. Internetgrundaðar tænastur og vørur, so sum Netflix, Airbnb og Uber, kundu eins væl verið mentar í Føroyum. Hetta tí at tað ikki krevjast tær stóru ressoursirnar til at framleiða hetta. Somuleiðis er marknaðurin “beint uttan fyri dyrnar”. Upplagdir møguleikar tá vit sum samfelag skulu hugsa innovativt.

 

Innovatiónin kann liggja í nýggjum hugskotum, produktum, hættum at gera tingini uppá ella nýggjum handilsmodellum. Eitt nú er Netflix eitt gott dømi uppá eina innovatión í sølukanalini. Filmsdistributiónin var fastlæst i gomlum handilsmodellum, og áðrenn Netflix var Blockbuster ráðandi á marknaðinum.

Tú fórt oman í tína lokalu kiosk ella handil og leigaði ein film. Tín sølukanal var fysiska kioskin, sum tú koyrdi ella gekk til og fekk hendur á filminum. Ein film, sum skuldi avleverast aftur næsta dag, ella skuldi gjaldast eyka gjald fyri filmin.

Men við Netflix, sum gjørdi tað møguligt at stroyma filmar yvir netið beinleiðis, knekkaði handilsmodellið hjá Blockbuster. Nú kundi tú sita í stovuni og frítt velja hvat tú hevði hug til – og ikki minst nær tú hevði hug at síggja filmin. Søluliðið var nú flutt á internetið og vorðið nógv lættari.

Við internetinum hava vit sæð fleiri møguleikar fyri innovatión og fleiri eru settar í verk-  t.d. sum nevnt omanfyri við Airbnb og Uber. Hetta verður framtíðin, og vit fara at síggja fleiri av hesum innovatiónunum í sølukanalunum í framtíðini.

 

Bjartur Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum