Rúni Rasmussen, Deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni

Innovatión er at skapa nakað nýtt, sum ger mun.

Eg eri sannførdur um, at tilvitað innovatión í nógv størri mun skal á breddan í føroyska almenna geiranum og í samfelagnum sum heild. Neyðugt er at arbeiða enn meira miðvíst við at stuðla upp undir innovatiónsmentan, so nýggjar, slóðbrótandi og munagóðar loysnir verða mentar, øllum samfelagnum at frama.

Føroyar eru í fremstu røð á fleiri økjum. Kanning frá Fólkaheilsuráðnum frá mai í ár staðfestir, at Føroyar eru eitt framúr land at búgva í, og at lívsnøgdsemið hjá føroyingum er væl hægri enn í grannalondum okkara, sum annars eru heimsins eydnusamastu lond.

Vit hava við nýggjum hugskotum og loysnum, ofta so líðandi, bygt eitt vælferðarsamfelag í heimsflokki. So innovatión skal ikki á breddan, tí vit eru so aftarliga í mun til onnur, men fyri meiri tilvitað at menna okkara samfelag enn meira, og tí at vit mugu taka ímóti stórum og áhaldandi avbjóðingum.

Avbjóðingarnar í dagsins samfelagi eru av einum vavi, sum vit ikki hava sæð áður.

Borgarin væntar alsamt  fleiri tænastur og veitingar av almenna geiranum, men vit vita, at menniskjaliga og fíggjarliga tilfeingið er og verður avmarkað.

Økt alheimsgerð og avbjóðingin at vera ein kappingarfør tjóð á fleiri økjum, er ein orsøk til, at vit áhaldandi mugu hugsa nýtt og skapa meirvirði fyri borgarar, kundar og alt samfelagið.

Sonevndir tvørligir trupulleikar (wicked problems) gerast støðugt fleiri í tali og hótta ikki bert einstøk lond, men í nógvum førum allan heimin, eitt nú veðurlagsavbjóðingar, umhvørvið, yvirgangur og umfarssóttir. Til tess at fáa so frægt tamarhald á hesum avbjóðingum sum møguligt, er neyðugt við innovatión og samstørvum tvørtur um mørk á fleiri stigum (lond, geirar, fakøki o.s.fr.).

Hesar stóru avbjóðingar, sum eru nevndar omanfyri, seta trýst á okkara skipan og á stjórnir kring allan heim. Lond kunnu ikki bara lata standa til. Millum annað hevur millumstjórnafelagsskapurin OECD í fleiri greiningum og útgávum víst á alstóra týdningin av, at stjórnir seta innovatión í miðdepilin, so tær gerast betur førar fyri at loysa hesar risa avbjóðingar.

Í fleiri londum eru sonevndar innovatiónseindir settar á stovn. Hetta er ásannan av, at tørvur er á at seta fokus á týdningin av innovatión, og at neyðugt er at arbeiða skipað og strategiskt við innovatión í mun til avbjóðingarnar í samfelagnum á mongum økjum og á ymiskum stigum.

MindLab er ein innovatiónseind, sum fleiri stjórnarráð í Danmark í felag hava stovnað. MindLab arbeiðir saman við borgarum, stovnum og fyritøkum við tí endamáli at skapa nýggjar og innovativar loysnir. MindLab tekur útgangsstøði í borgaranum, tá ið tey arbeiða við at menna nýggjar loysnir og tænastur í almenna geiranum. MindLab brúkar nógv ymisk amboð í innovatiónsarbeiðinum. Fleiri góð amboð eru tøk á mind-lab.dk.

Annað dømi er Center for Offentlig Innovation í Danmark, ið er ein landsumfevnandi depil, sum hevur til endamáls at hækka góðskuna og virknið í almenna geiranum gjøgnum innovatión. Tað er stjórnin, kommunurnar, regiónirnar og onnur, sum hava sett depilin á stovn. Depilin arbeiðir við at spjaða og eftirmeta innovatión, skapa sambond og kanna innovatiónsstigið í ymiskum organisatiónum. Depilin brúkar sonevnt innovatiónsbarometur, sum vísir støðuna á nógvum ymiskum økjum, tá talan er um innovatión, organisatión, samstarv og loysnir.

NESTA er ein sjálvstøðugur innovatións- og menningarmiðdepil í Onglandi. NESTA hjálpir fólkum og organisatiónum at fremja í verki nýggj og góð hugskot, sum hava týdning fyri øll. NESTA hevur framleitt nógvar sera góðar frágreiðingar, tilmæli og greiningar. Á NESTA heimasíðuni finnur tú nógvan íblástur og hent amboð til innovatiónsarbeiði.

Í avbjóðingini at fremja nýskapan á ymiskum samfelagsøkjum er týdningarmikið at hava í huga, at menniskjatilfeingið (human capital) er tað týdningarmesta tilfeingið. Samstarv millum einstaklingar, organisatiónir og ymsu geirarnar er fyritreyt fyri innovatiónum, sum veruliga muna í samfelagnum.

Fyrr í ár varð ein bóklingur um innovatión framleiddur í sambandi við ein starvsfólkadag hjá landsfyrisitingini. Bóklingurin ber heitið Samstarvsrikin innovatión  ̶  føroyskar innovatiónssøgur úr almenna geiranum. Við støði í føroyskum dømum verður greitt frá, hvat samstarvsrikin innovatión er, og hvørji úrslit kunnu spyrjast burtur úr. Eisini hevur bóklingurin vegleiðing um, hvussu arbeiðast kann ítøkiligt við innovatión.

Í innovatiónsarbeiði kunnu vit fáa íblástur úr øðrum londum og okkara egna landi. Við hesum víðka vit okkara sjónarring og skapa betri fyritreytir fyri at skapa nakað nýtt, sum ger mun í okkara umhvørvi.

 

Rúni Rasmussen