Avbjóðingarnar í dagsins samfelag eru av einum vavi, sum vit ikki hava sæð áður.

Tørvur er á at seta innovatión á dagsskrá í størri mun í føroyska almenna geiranum og í samfelagnum sum heild. Neyðugt er at arbeiða miðvíst við at stuðla upp undir innovatiónsmentan so nýggjar, slóðbrótandi og munagóðar loysnir verða mentar.

Hesin veruleiki setir trýst á okkara skipan og á stjórnir kring allan heim. Millum annað hevur millumstjórnafelagsskapurin OECD í fleiri greiningum og útgávum víst á alstóra týdningin av, at stjórnir seta innovatión í miðdepilin, so tær gerast betur førar fyri at loysa hesar risa avbjóðingar.

Í Føroyum er ein av størstu avbjóðingunum at skapa eitt samfelag, sum megnar at draga fólk til sín í kapping við heimsins mest framkomnu býir og lond. Staðfest varð í heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur og øðrum hagtølum, at aldur- og kynsbýtið er skeiklað. Vit eru ov fá ung í mun til gomul, og ov fáar kvinnur eru í burðarførum aldri. Samstundis sum bæði menniskjaliga og fíggjarliga tilfeingið er og verður avmarkað, væntar borgarin alsamt  meira av almenna geiranum.

Økt alheimsger er eisini ein orsøk til økta eftirspurningin eftir almennari innovatión. Føroyar eru í støðugari kapping við umheimin bæði viðvíkjandi kappingarføri í vinnuni og viðvíkjandi fólkafráflyting.

Sonevndir villir trupulleikar (á enskum wicked problems) gerast støðugt fleiri í tali, og hesir trupulleikar verða ikki loystir við einans at avseta meiri tilfeingi. Sum dømi kunnu nevnast umhvørvistrupulleikar, vantandi serlæknar, útoyggjamenning og skeiklaða aldurs- og kynsbýtið. Hetta eru trupulleikar, sum krevja nýskapandi loysnir og støðugar, tilvitaðar og skipaðar tilgongdir, sum skapa stimbrandi karmar fyri, at nýskapandi og munagóðar loysnir verða mentar. Ella sagt við einum orði – innovatión.

Tí er eingin ivi um, at okkum tørvar nýggjar loysnir fyri at tryggja góðu gongdini. Soleiðis megna vit at røkja neyðugar samfelagstænastur og skapa eitt samfelag, har fólkið trívist.