Ofta sprettur innovatión úr samanrenningini millum ymsar partar, ið hittast, deila síni hugskot, og á hendan hátt vinna nýggjar hugsanir fram og fáa undirtøku. Vit tosa um samstarvsrikna innovatión.  Politikarar, granskarar, vinnulív, starvsfólk, brúkarar og borgarar kunnu á hvør sín hátt geva sítt íkast. Vit hugsa klókari saman.

 

Hví skulu vit fremja samstarvsrikna innovatión? 

Fyrimunirnir við at samstarva í innovatiónstilgongdum eru fleiri:

  • Greiningin av trupulleikum og avbjóðingum verður betri, tá ið ymiskar royndir, vitan og sjónarmið eru við í arbeiðnum.
  • Menningin av nýggjum hugskotum styrkist, tá ið ymiskir partar “órógva” hugsanirnar hjá hvør øðrum.
  • Tað verður tryggari at velja millum hugskotini, tá ið fleiri partar, við ymiskum sjónarmiðum, kunnu meta um vinning og váða í einstøku hugskotunum.
  • Verksetanin verður betri, tá ið tilfeingið verður samskipað, og felags ognarkensla verður skapað við luttøku og samstarvi.
  • Spjaðingin verður tryggjað gjøgnum netverksarbeiði, tí luttakararnir gerast umboð fyri innovativu loysnunum.