Ein hópur av allýsingum eru tøkar av hugtakinum innovatión. Innovatión hevur fleiri ymiskar síður í mun til, hvørjar partar ein leggur dent á. Samanumtikið kann sigast, at:

 

Innovatión er at skapa nakað nýtt, sum ger mun.

 

Í allýsingini eru tveir partar. Hin fyrri er at skapa nakað nýtt. Hetta merkir, at til dømis nýggj hugskot, tøkni, tilgongd, skipan o.s.fr. verða brúkt í einum samanhangi, har hetta ikki hevur verið brúkt áður. Tað kann til dømis vera at brúka eina nýggja skipan, sum verður brúkt í øðrum organisatiónum.

Tann seinni parturin í allýsingini snýr seg um at skapa virði ella ágóðar fyri onkran. Innovatión ger ein mun fyri einstakling ella bólkar, og kann eisini vera rættiliga umfatandi, har stórur partur av heiminum fær ágóðan av innovatiónum til dømis flogferðsla og internet.

Ofta verður innovatión og kreativitetur brúkt við somu merking, men hugtøkini eru ymisk. Tað at fáa eitt hugskot er eitt tekin um kreativitet, men kreativiteturin verður ikki til innovatión, fyrr enn tað nýggja hugskotið er verksett og ger mun. Innovatión hevur tí ein breiðari týdning, ímeðan kreativitetur er ein sera týdningarmikil partur av innovatión.

Eisini er umráðandi at skilja millum innovatión og menning. Menning er miðvíst arbeiði grundað á vitan, ið er vunnin gjøgnum gransking og praktiskar royndir. Hetta við tí endamáli at skapa nýggjar ella munandi betri vørur og tænastur, tilfar, mannagongdir, skipanir ella veitingar.

Innovatión er eitt úrslit av tilvitaðum ætlanum og virksemi, ið stílar eftir at betra um vørur og tænastur, mannagongdir, sølu og marknaðarføring ella samskipan í organisatiónini. Innovatiónin kann taka støði í nýggjari vitan og tøkni, og kann eisini verða ein samanseting av – ella nýggir nýtslumøguleikar av – vitan og tøkni, ið frammanundan er tøk.

Meðan menning ofta er støðug og uttan greiða byrjan og enda, verður innovatión samskipað í verkætlanir við ymiskum skeiðum, so sum hugskotsskeið, úrvalsskeið, verksetanarskeið og spjaðingarskeið.

Innovatiónsgongdin er tó sjáldan skipað í beinari tíðarrøð, men er harafturímóti ofta ein fløkt tilgongd við nógvum lopum og endurtøkum. Innovatiónin kann eftirmetast eftir endað virksemi og leggur ofta upp til nýggjar innovatiónsverkætlanir.