Í Føroyum er ein av størstu avbjóðingunum at skapa eitt samfelag, sum megnar at draga til sín fólk í kapping við heimsins mest framkomnu býir og lond. Sum staðfest í nýggju heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur, er aldur- og kynsbýtið skeiklað. Vit eru alt ov fá ung í mun til gomul, og alt ov fáar kvinnur eru í burðardyggum aldri. Okkum tørvar nýggjar loysnir fyri at venda gongdini, fyri at røkja neyðugar samfelagstænastur og fyri at skapa eitt samfelag, har fólkið trívist. Les meira her..