Tá ið nýggjar avbjóðingar skulu loysast, er tað ofta leiðslan, sum leggur høvdini í blot. Tí verður vitanin, sum starvsfólkini hava frá sínum gerandisarbeiði, ikki gagnnýtt til fulnar. Starvsfólkarikin innovatión er, tá ið leiðslan velur at bjóða starvsfólkunum við, tá ið nýggjar loysnir skulu finnast. Tað er ymiskt, í hvussu stóran mun starvsfólkini eru við, men tað avgerandi er, at innovatiónin tekur støði í hugskotum, vitan og førleikum hjá starvsfólkunum.

Úrslitið, av at taka starvsfólkini við, verður ein breiðari lýsing av avbjóðingunum og starvsfólkini fáa størri ognarkenslu. Ognarkenslan er við til at minka um mótstøðu og betra verksetanina av teimum tiltøkum, sum møguliga skulu setast í verk. Tá ið starvsfólk miðvíst og javnan verða tikin við í innovatiónsarbeiði, økir hetta samstundis um nøgdsemið millum starvsfólkini, og ein innovatiónsmentan í organisatiónini verður ment.

Tað finnast nógv dømi um starvsfólkarikna innovatión í Føroyum. Grafisk fasilitering, ið var nýtt í Lógartænastuni á Løgmanskrivstovuni, er eitt gott dømi um, hvussu eitt einfalt og øðrvísi hugskot frá einum starvsfólki, kann verða til stóra gleði fyri bæði starvsfólk og borgarar, um leiðslan torir at royna nýggjar leiðir.

Við íblástri frá einum skeiði í grafiskari fasilitering í Stjórnarskúlanum spratt hugskotið um at nýta hesa tilgongdina í sambandi við hoyringar í Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni.

– Kanska mann hevði hug at flenna eitt sindur at hesum á skeiðnum, tí ‘kunnu vit brúka hetta til alvorligt lógararbeiði?’ greiðir Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni, frá.

Men tá ið Lógartænastan seinni skuldi undir at dagføra revsilógina, fekk eitt starvsfólk tað hugskotið, at brúka grafiska fasilitering til at greiða viðkomandi samfelagsbólkum frá hesum torskilda og viðkvæma máli. Hugskotið kom frá einum spurningi um, hvussu ein kann møta kenslunum hjá fólki í einum máli, sum er so kensluleyst og grundað á sannroyndir, sum løgfrøði ofta kann vera.

– Tá var tað, at hugskotið kom, at kanska vit kunnu tekna tað, sigur Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, sum átti hugskotið.

Gudrun greiðir frá, at tað var ein verulig vau-uppliving at nýta grafiska fasilitering til at greiða frá løgfrøðiliga arbeiðinum.

– Nú skiltu tey tað, søgdu tey. Tað var sum um, at tey knappliga sóu ljósið, tá tey sóu tað teknað soleiðis, greiðir Gudrun frá.

Í Lógartænastuni kenna starvsfólkini seg vælkomin til deildarstjóran við nýggjum hugskotum, og er undirtøka fyri at seta hugskotini í verk, verður samstarvað um hetta. Tí eru starvsfólkini ikki bangin fyri at hugsa nýtt og at royna nýggjar arbeiðshættir – eisini hóast talan er um alvorligt lógararbeiði.