Her eru ymiskar frágreiðingar, greiningar og tilmæli úr ymiskum londum.

Gransking, menning og nýskapan í Føroyum 2007. Granskingarráðið tók á heysti 2003 stig til at kanna, hvat tað almenna og vinnulívið gera fyri at granska, menna vørur og tænastur og fyri at fremja nýskapan. Sí frágreiðingarnar og tilmælini her.

Innovatiónsspjaðing millum almennar organisatiónir í Føroyum. Trý føroysk lesandi (cand.scient.adm.) skrivaðu á heysti 2016 eina ritgerð um innovatiónsspjaðing millum almennar organisatiónir í Føroyum. Les alla ritgerðina her.

Radikal Velfærdsinnovation. Henda lýsing/greining setir fokus á alneyðuga tørvin á at hugsa nýtt og fremja munandi broytingar á vælferðarøkinum. Sí frágreiðingina her.

Innovationsstrategi fyri Svøríki. Sí  her á enskum ella á svenskum her.

Innovatiónsstrategi fyri Danmark. Sí her.

Visión 2015. Mál og vegir. Bókin var úrslit av arbeiðinum hjá fleiri bólkum, sum orðaðu uppskot til mál og stretegiir fyri 13 ymisk samfelagsøki í Føroyum. Sí Visión 2015 her.

Change You Can Believe In. The Leadership of Innovation. National Shcool of Government. Hetta rit (paper) snýr seg um leiðslu og innovation. Sí ritið her.

ASAS Innovation Action Plan. Hetta er átaksætlan, sum avstralska fyrisitingin hevur gjørt við tí fyri eyga at stimbra innovatión og nýskipanir í mun til avbjóðingarnar hjá stjórnini í Avstralia. Sí átaksætlanina her.

OECD Innovation Strategy. Hetta strategiskjal frá 2010  inniheldur kanningarúrslit og tilmæli viðv. innovation í OECD-londum. Sí strategiskjalið her.

Getting Results in Government. A Checklist for effectice policies & programs. Í hesi útgávu frá Deloitte er góð lýsing av tilgongdini og avbjóðingum í samband við at skapa hugskot og síðan at fremja tey (í einum politiskum/fyrisitingarligum samanhangi). Sí útgávuna her.

An Action Plan for Europe 2020. Strategisk tilmæli fyri Evropa, sum Lisbon Council (think tank, vitanardepil) hevur latið út hondum. Sí tilmælið her.