Tá tosað verður um innovatión, verður mangan sipað til ymisk amboð – ítøkiliga og sum tilvísing til íblástur.

Vit skulu nýta amboð, nýggjar tilgongdir, design-hugsan og so framvegis. Nøkur tykkara suffa ella yppa øksl, tá tit lesa hetta. Tó so hava hesi amboð ivaleyst ein vælmeinandi uppruna og spretta úr einum ynski um at gera nakað, ið munar og er til gagn fyri okkum, ið hava hug og dirvi at arbeiða øðrvísi og við nýggjum arbeiðshættum innan eitt nú innovatión.

Eg var einaferð við sum eygleiðari og virkin luttakari í samband við eina útbúgving innan prosessleiðslu. Talan var um eina sera vælskipaða og nýhugsandi útbúgving við sera góðum lærarum, viðkomandi ástøði og praksis. Júst hendan útbúgvingin hevði nógv fokus á júst ítøkiliga praksis, og hendan dagin skuldu luttakarar royna ymisk amboð í prosessum. Vit fingu fleiri dømi at taka støði í, so hetta var so nær veruliga arbeiðslívinum sum gjørligt. Tað var áhugavert at eygleiða tað, sum fór fram í ymsu bólkunum, ið ágrýtnir og eldhugaðir fóru til verka. Har komu ein røð av amboðum og prosessum úr hattunum og fram á borðið. Og tá var tað, at ein ungur maður legði fram eitt dømi um brúkarar, ið skuldu í gjøgnum eina innanhýsis broyting, har mótstøðan var stór. Og tá hendi tað, sum ikki eigur at henda: Tey góðu og hentu amboðini vórðu brádliga broytt til manipulerandi amboð til at fremja hesa broyting við persónligum áhugamáli. Allur etikkur um reiðiligheit, atlit til hin einstaka og rættan arbeiðssið vóru brádliga horvin. Eftir var ein undarlig kensla í búkinum og ein lærari, ið beinanvegin sá tað, ið fór fram, og talaði at. Hesin lærarin var árvakin.

Vit kunnu spyrja, um vit í gerandisdegnum eru líka árvakin, sum hesin royndi undirvísarin. Og hvussu ofta fáa vit ein vinaligan vegleiðara, sum leiðir okkum aftur á kós? Hvussu ofta fara vit yvir um eitt mark, ið brádliga ikki longur hevur til endamáls at tæna tí góða – at skapa nakað nýtt, ið ger mun? Og ber til at tryggja, at hesi amboð ikki verða umskapaði til manupulatiónsvápn, sum stuðla okkum í at fara av kós og yvir um eitt etiskt mark, sum ikki longur tryggjar eitt haldgott grundarlag ella eina burðardygga slóðandi nýmenning og framburð?

Greið leiðsla og yvirskipað mál kunnu tryggja, at kósin heldur. Og greiðar mannagongdir, prosessir og reglur um atburð, samskifti og samstarv stuðla somuleiðis undir eina burðardygga kós. Tað er tó burðardygga leiðslan við greiðum etiskum virðum, og sjálvleiðslan hjá tí einstaka, sum avgjørt er einasta og besta fyribyrging fyri, at slíkt ikki hendir aftur – og aftur. Tí tað er einstaklingurin – starvsfólkið ella leiðarin – sum júst slíka løtu tekur egin áhugamál fram um heildina, málið, organisatiónina, virkið, borgaran ella samfelagið.

Hóast slíkt sjálvsøkni hendir tilvitað, so hendir tað eisini heilt ótilvitað. Og mangan eru tað elalítlir snávingarsteinar, sum fáa okkum út av kós. Vit snara okkara máli, lata einstakt avgerandi orð fella uttanfyri, tiga um tað týdningarmesta, ella tala um tað, sum tænir øðrum enn málinum. Og knappliga, uttan at vit rættiliga hava givið tí gætur, eru vit komin á eina vandakós. Og tá kann vera trupult at venda kósini. Tað sum upprunaliga ’bert’ var ein elalítil snávingarsteinur, er nú ein risa forðing, ein skriða og ein steinur omaná eina byrðu, ið ov tung er at bera.

Størsti eginleiki hjá bæði starvsfólki og leiðarum er evni at síggja heildina í smálutum og smálutin í heildini. At bæði síggja og merkja tað, sum veruliga munar og hevur týdning. Tú kanst venja evni og tolsemi at veruliga lurta út eftir og at reflektera inn eftir, innan tú tosar ella tekur avgerðir. Við hesum skapar tú eitt rúm fyri einum innara vegleiðara. Tað er tann, sum setur spurnartekin við tíni tankamynstur, tína talu og tínar gerðir. Eitt komma í setninginum, eitt glopp millum orðini, sum sjálvsøkin streyma og skjótt kunnu elva øðrum mein, mótburð og lítla ella als onga innovatión. Við slíkum vegleiðara undir tíni lið, kunnu sonnu amboðini innan innovatión veruliga muna – og tú hevur eina rættiliga fyritreyt fyri at skapa nakað nýtt, ið munar. Fyri heildina.

 

Birita Nolsø, fulltrúi og toymisleiðari á Løgmansskrivstovuni