Sosial innovatión er, tá ið nýggj hugskot verða sett í verk, sum miðvíst nøkta ein samfelagsligan tørv betri enn áður, samstundis sum sosial sambond og samstørv verða til.

Meðan almenn innovatión snýr seg um innovatión í almenna geiranum, verður sosial innovatión innan tað almenna skapað í einum samstarvi millum almenna og sjálvbodna geiran – og av og á eisini privata geiran. Við at nýta styrkir og tilfeingi hjá hvør øðrum, samstarva geirarnir um at røkka einum felags endamáli. Tað kunnu vera einstaklingar, áhugafeløg ella onnur, ið brenna fyri at hjálpa ávísum samfelagsbólkum. Eisini kunnu tað vera fyritøkur, sum vísa samfelagsanda og ynskja at samstarva við almenna geiran um at loysa avbjóðingar í samfelagnum.

Treytirnar, fyri at ein verkætlan kann kallast sosial innovatión, eru:

  • At ein sosialur tørvur verður nøktaður við nýskapandi, betri loysnum, og
  • At loysnin er framd í einum samstarvi millum almenna og sjálvbodna geiran og møguliga eisini privata geiran.

Ofta sæst hetta slagið av innovatión í sambandi við at skapa nýggjar møguleikar fyri at fáa fólk við vinnutarni aftur á arbeiðsmarknaðin. Innovatiónin sprettur ofta burtur úr einum hugskoti frá einum borgara ella samfelagsbólki, sum sær ein tørv, og síðani vendir sær til almenna geiran við ynski um samstarv. Tað almenna kann fremja sosiala innovatión við at taka ímóti teimum hugskotum, sum ein borgari ella samfelagsbólkur kemur við, og soleiðis nøkta ein samfelagsligan tørv. Eitt dømi um hetta úr Føroyum er verksetanin av sjálvsognarstovninum Dugna.

Endurbúgvingarvirksemið hjá Dugna snýr seg í høvuðsheitum um at hjálpa fólki, ið hava vinnutarn, við at varðveita ella fáa arbeiði. Eisini arbeiða starvsfólk á Dugna við at umskúla fólk og geva hesum møguleika at royna síni arbeiðsevni. Dugni er í dag ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, men byrjaði sum eitt hugskot hjá einum borgara, ið leitaði sær samstarv í privata og almenna geiranum fyri at gera hugskot til veruleika.

Karolina Petersen, sála, byrjaði sjálvboðin endurbúgvingararbeiðið fyri avlamisfólk á heysti 1955 í samstarvi við Vanlukkutryggingarráðið. Í høvuðsheitum var virksemið at gera kurvar, bustir, skreytlutir og arbeiðshandskar. Seinni varð hetta víðkað til eisini at verða skúli fyri fólk við avbjóðingum.

– Eldsálin aftan fyri virksemið hevur sæð nógvar møguleikar í ymiskum virksemi, sum til dømis at samstarva við táverandi Frímerkjadeild, sigur Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna.

Umframt at skipa fyri ymiskum arbeiðsgevandi virksemi innanhýsis, so sum verkstaðir og handlar á Hjalla og á Kambsdali, hevur Dugni eisini søguliga havt nógv samstarv við vinnuna og hevur tað enn í dag. Í samstarvi við privatar arbeiðsgevarar sleppa fólk at endurbúgva seg í tillagaðum starvi. Endamálið við hesum arbeiði er at skapa arbeiðsvirksemi fyri brúkararnar, samstundis sum hetta stimbrar sosial sambond og samstørv.

Dugni samstarvar við Almannaverkið um ymiskar veitingar, men leggur eisini stóran dent á týdningin av at hava brúkaran við í arbeiðinum.

– ’Hvat er tað, sum vilt arbeiða fram ímóti?’ spyrja vit. Og tað er ordiliga týdningarmikið, greiðir Hedvig Johansdóttir frá og leggur afturat, at samstarvið stimbrar støðugari innovatión.