Tá tosað verður um innovatión, verður mangan sipað til ymisk amboð – ítøkiliga og sum tilvísing til íblástur. Vit skulu nýta amboð, nýggjar tilgongdir, design-hugsan og so framvegis. Nøkur tykkara suffa ella yppa øksl, tá tit lesa hetta. Tó so hava hesi amboð ivaleyst ein vælmeinandi uppruna og spretta úr einum ynski um at gera nakað, ið munar og er til gagn fyri okkum, ið hava hug og dirvi at arbeiða øðrvísi og við nýggjum...