Bloggur: Portrið til innovatión

Postað í Bloggur

Áralangar royndir, drúgv og djúp venjing av sinninum, eygleiðingar og innlit sannføra meg um, at lykilin til innovatión einans og altíð er innan í okkum sjálvum. Og at stongda hurðin er júst á sama stað. Tað er í veruleikanum so sera einfalt – og tó so óendaliga trupult. Vit hava øll nógv orð, hugskot og klókar tankar um loysnir, og tá saman um kemur, eru tað einans trý viðurskifti, sum veruliga forða fyri møguleikanum at hugsa nýtt, øðrvísi...

Les meira

Ynsktu at lata meiri upp og røkka longur út

Postað í Bloggur

Tá vit tosa um almenna innovatión tosa vit um fýra botnlinjur. Í mun til privata innovatión, har tað oftast bara er ein botnlinja, sum snýr seg um peningaligt yvirskot, siga vit, at almenn innovatión kann hava fýra botnlinjur: úrslit, tænasta, framleiðslumegi og fólkaræði. Hetta merkir, at hóast ein almenn verkætlan hevur meirkostnað við sær, kunnu vit kalla tað almenna innovatión, um vit síggja framstig á einum av teimum fýra botnlinjunum....

Les meira

Býarfesti – tá borgarin er innovativur

Postað í Bloggur

Ein máti at gagnnýta tilfeingið hjá borgarunum er, at tað almenna eggjar til og fíggjar innovatión. Eitt dømi um hetta er verkætlanin Býarfesti, sum er samskipað av borgarum og fíggjað av Tórshavnar kommunu. Tað, at lata stuðul til góð hugskot, eggjar borgarum til at nýta hugflogið, og møguleikin fyri at fáa fígging til bestu hugskotini tryggjar verksetan.       BÝARFESTI er ikki longur bara ein verkætlan á pappírinum, men...

Les meira

Finn trupulleikan áðrenn loysnina

Postað í Bloggur

Ein arbeiðsháttur, sum ofta verður nýttur í menningini av innovatión er Design Thinking. Design Thinking er ein arbeiðsháttur, har vit royna at skilja borgaran/brúkaran, har vit seta spurnartekin við verandi niðurstøður, og endurskoða trupulleikar í eini roynd at finna øðrvísi ætlanir og loysnir, sum í fyrstu atløgu ikki koma fram á.   Vit varpa ljós á veruliga trupulleikan Meginreglurnar í Design Thinking hava verið nýttar í fleiri ymiskum...

Les meira

Fýra hættir at stimbra almennari innovatión

Postað í Bloggur

OECD hevur júst útgivið ritgerðina Fostering Innovation in the Public Sector, ið lýsir, hvussu ymiskir partar av almenna geiranum kunnu stuðla undir innovatión.       Hugt verður at allari ringrásini í eini innovatiónsverkætlan: At finna fram til trupulleikar og avbjóðingar, at menna nýggj hugskot, at velja út, at seta í verk, at eftirmeta og at spjaða tey góðu hugskotini víðari. Samanumtikið eru fýra øki, ið serliga verða mett...

Les meira

Bloggur: Innovatión skal setast í verk

Postað í Bloggur

Innovatión er týdningarmikil, men hon skal eisini setast í verk. Hetta er ofta ein undirmett uppgáva. Soleiðis skrivar Bjartur Nolsøe frá Íverksetarahúsinum í blogginum hesa ferð.  Vit hava brúk fyri innovativum fólki í Føroyum. Innovatión er týdningarmikil, um vit sum samfelag skulu fylgja við altjóðagerðini. Við tí ferð, sum tøknin mennir seg, er Føroyar ein partur av einum stórum marknaði. Og hetta viðførir bæði møguleikar og avbjóðingar....

Les meira

Pin It on Pinterest