Dugni – sosial innovatión

Postað í Bloggur

Sosial innovatión er, tá ið nýggj hugskot verða sett í verk, sum miðvíst nøkta ein samfelagsligan tørv betri enn áður, samstundis sum sosial sambond og samstørv verða til. Meðan almenn innovatión snýr seg um innovatión í almenna geiranum, verður sosial innovatión innan tað almenna skapað í einum samstarvi millum almenna og sjálvbodna geiran – og av og á eisini privata geiran. Við at nýta styrkir og tilfeingi hjá hvør øðrum, samstarva...

Les meira

Borgararikin innovatión

Postað í Bloggur

Seinastu árini er tað vorðið alsamt meiri vanligt at taka brúkarar og borgarar við í almennar innovatiónstilgongdir. Almenni geirin hevur sannað, at borgarin hevur vitan, hugskot og tilfeingi, sum kunnu verða øllum samfelagnum at gagni. Tað eru fleiri dømi um borgararikna innovatión í tí almenna í Føroyum, og ynskiligt er, at enn fleiri síggja virðið í hesum.   Nyttan av borgarariknari innovatión er ymisk. Tað velst um í hvønn mun borgarin...

Les meira

Grafisk fasilitering í Lógartænastuni

Postað í Bloggur

Tá ið nýggjar avbjóðingar skulu loysast, er tað ofta leiðslan, sum leggur høvdini í blot. Tí verður vitanin, sum starvsfólkini hava frá sínum gerandisarbeiði, ikki gagnnýtt til fulnar. Starvsfólkarikin innovatión er, tá ið leiðslan velur at bjóða starvsfólkunum við, tá ið nýggjar loysnir skulu finnast. Tað er ymiskt, í hvussu stóran mun starvsfólkini eru við, men tað avgerandi er, at innovatiónin tekur støði í hugskotum, vitan og førleikum hjá...

Les meira

Hvat er samstarvsrikin innovatión?

Postað í Bloggur

Ofta sprettur innovatión úr samanrenningini millum ymsar partar, ið hittast, deila síni hugskot, og á hendan hátt vinna nýggjar hugsanir fram og fáa undirtøku. Vit tosa um samstarvsrikna innovatión.  Politikarar, granskarar, vinnulív, starvsfólk, brúkarar og borgarar kunnu á hvør sín hátt geva sítt íkast. Vit hugsa klókari saman.   Hví skulu vit fremja samstarvsrikna innovatión?  Fyrimunirnir við at samstarva í innovatiónstilgongdum eru...

Les meira

Bloggur: Portrið til innovatión

Postað í Bloggur

Áralangar royndir, drúgv og djúp venjing av sinninum, eygleiðingar og innlit sannføra meg um, at lykilin til innovatión einans og altíð er innan í okkum sjálvum. Og at stongda hurðin er júst á sama stað. Tað er í veruleikanum so sera einfalt – og tó so óendaliga trupult. Vit hava øll nógv orð, hugskot og klókar tankar um loysnir, og tá saman um kemur, eru tað einans trý viðurskifti, sum veruliga forða fyri møguleikanum at hugsa nýtt, øðrvísi...

Les meira

Ynsktu at lata meiri upp og røkka longur út

Postað í Bloggur

Tá vit tosa um almenna innovatión tosa vit um fýra botnlinjur. Í mun til privata innovatión, har tað oftast bara er ein botnlinja, sum snýr seg um peningaligt yvirskot, siga vit, at almenn innovatión kann hava fýra botnlinjur: úrslit, tænasta, framleiðslumegi og fólkaræði. Hetta merkir, at hóast ein almenn verkætlan hevur meirkostnað við sær, kunnu vit kalla tað almenna innovatión, um vit síggja framstig á einum av teimum fýra botnlinjunum....

Les meira

Pin It on Pinterest