Íblástur at skapa nýtt

Postað í Bloggur

Innovatión er at skapa nakað nýtt, sum ger mun. Eg eri sannførdur um, at tilvitað innovatión í nógv størri mun skal á breddan í føroyska almenna geiranum og í samfelagnum sum heild. Neyðugt er at arbeiða enn meira miðvíst við at stuðla upp undir innovatiónsmentan, so nýggjar, slóðbrótandi og munagóðar loysnir verða mentar, øllum samfelagnum at frama. Føroyar eru í fremstu røð á fleiri økjum. Kanning frá Fólkaheilsuráðnum frá mai í ár...

Les meira

Almenn innovatión í Føroyum er tilvildarlig!

Postað í Bloggur

      Úr blogginum: Skrivað av Jónu Ólavsdóttir Dalsgarð og Báru Akselsdóttir Haraldsen.   Innovatión fer fram á stovnum landsins, men arbeiðið er meiri tilvildarligt enn tilvitað. Í vár vóru vit báðar Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð og Bára Akselsdóttir Haraldsen starvslesandi í Stjórnartænastuni á Løgmansskrivstovuni. Har arbeiddu vit við verkætlanini Vit bróta slóð undir Stjórnarskúlanum. Í hesum sambandi gjørdu vit eina...

Les meira

Innovatión í sølukanalini

Postað í Bloggur

Tá vit hugsa innovatión, er tað okkurt sum sigur, at hetta er okkurt nýtt – t.d. ein nýggj vøra ella ein nýggj tænasta. Og tað er tað eisini ofta, men als ikki bara. Innovatión er týdningarmikil, um vit sum samfelag skulu fylgja við altjóðagerðini. Og tí mugu vit alla tíðina hugsa um, hvussu vit eru nýskapandi innan øll øki. Fyri íverksetarar í Føroyum hevur ein tann størsta avbjóðingin verið ein avmarkaður heimamarknaður. Men við tí...

Les meira

Innovatiónsspurningurin – ein ítøkiligur arbeiðsháttur

Postað í Bloggur

Tað finst ein ørgrynna av arbeiðshættum, ið stuðla undir innovatión og innovativar tilgongdir. Innovatiónsspurningurin er ein ítøkiligur arbeiðsháttur í nýskapanararbeiði. Í stuttum snýr tað seg um at seta ein spurning, sum letur upp fyri nýggjum møguleikum, heldur enn at seta mál um meira av tí sama.     Innovatiónsspurningurin eigur: at rúma eini visjón at vera ein avbjóðing at svara at vera lættur at skilja og at vera kveikjandi í...

Les meira

Soleiðis mennir leiðslan eina innovativa organisatión

Postað í Bloggur

Innovatión kemur ikki burturúr ongum, men krevur, at vit eru tilvitað um hetta og samskipa verkætlanirnar skynsamt.   Yvirskipað eru trý eyðkenni, ið vísa seg í innovativum organisatiónum: – Hava greiða leiðslu og strategiska kós – Hava eina innovatiónsmentan – Hava samband tvørtur um organisatiónina og uttanhýsis samband   Tað eru fleiri hættir at arbeiða við innovatión. Innovatión í gerandisdegnum kann rótfestast í...

Les meira

Alment-privat samstarv

Postað í Bloggur

Ein háttur at fremja samstarvsrikna innovatión er, at almenni geirin samstarvar við privata geiran. Í eini almennari-privatari innovatiónsverkætlan arbeiða luttakararnir saman um at menna nýggjar innovativar loysnir, sum loysa felags avbjóðingar.   Eitt samstarv við tað privata ger tað møguligt fyri almennar organisatiónir at royna ymiskt, sum annars ikki hevði verið møguligt. Aðrar lógir og reglur eru galdandi fyri almenn partafeløg...

Les meira

Pin It on Pinterest