Ein máti at gagnnýta tilfeingið hjá borgarunum er, at tað almenna eggjar til og fíggjar innovatión. Eitt dømi um hetta er verkætlanin Býarfesti, sum er samskipað av borgarum og fíggjað av Tórshavnar kommunu. Tað, at lata stuðul til góð hugskot, eggjar borgarum til at nýta hugflogið, og møguleikin fyri at fáa fígging til bestu hugskotini tryggjar verksetan.

 

 

 

BÝARFESTI er ikki longur bara ein verkætlan á pappírinum, men fyrireikingin og fleiri mánaðir av ráðlegging vísa seg nú í fysiskum skapi. Soleiðis skrivar Birgith Lassen samskipari av verkætlanini Býarfesti á bloggi sínum byarfesti.fo.

11. mai 2016 fekk verkætlanin Býarfesti handað umhvørvisstuðul á 100.000 krónur frá Tórshavnar kommunu. Endamálið við verkætlanini var at eggja borgarum til at vaksa sítt egna grønmeti, og tað eru tey bæði Birgith Lassen og Rólant Dam, sum samskipa verkætlanina.

Birgith og Rólant vóru júst flutt aftur til Føroya úr Aarhus, har tey høvdu búð í fleiri ár frammanundan.  Úr Aarhus kendu tey til urban farming, og tá møguleikin fyri at søkja um umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu vísti seg, kom íblásturin til at byrja eina líknandi verkætlan í Føroyum.

–  Tað hevði ikki borið til at farið undir hesa verkætlan, um vit ikki høvdu fingið umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu, greiðir Birgith frá.

Verkætlanin er gjørt í samstarvi við kommununa. Birgith og Rólant eiga hugskot og samskipan, meðan kommunan hevur syrgt fyri fíggingini. Stuðulin frá kommununi var avgerandi fyri at hugskotið kundi setast í verk, og hugskotið frá borgarunum skapar virði fyri aðrar borgarar í kommununi. Kommunan væntar, at hendan verkætlanin fer at skapa lív í býnum, eins væl og økja vitan og áhuga hjá luttakandi í verkætlanini og øðrum borgarum.