Seinastu árini er tað vorðið alsamt meiri vanligt at taka brúkarar og borgarar við í almennar innovatiónstilgongdir. Almenni geirin hevur sannað, at borgarin hevur vitan, hugskot og tilfeingi, sum kunnu verða øllum samfelagnum at gagni. Tað eru fleiri dømi um borgararikna innovatión í tí almenna í Føroyum, og ynskiligt er, at enn fleiri síggja virðið í hesum.

 

Nyttan av borgarariknari innovatión er ymisk. Tað velst um í hvønn mun borgarin er við í tilgongdini. Talan kann vera um, at borgarin bert er tikin við uppá ráð, um innovatiónsverkætlanir, har borgarin bæði eigur hugskot og part av ábyrgdini, og alt har ímillum.

 

Ein máti at gagnnýta tilfeingið hjá borgarunum er, at tað almenna eggjar til og fíggjar innovatión. Eitt dømi um hetta er verkætlanin Býarfesti, sum er samskipað av borgarum og fíggjað av Tórshavnar kommunu. Tað, at lata stuðul til góð hugskot, eggjar borgarum til at nýta hugflogið, og møguleikin fyri at fáa fígging til bestu hugskotini tryggjar verksetan. Les meira um verkætlanina Býarfesti her.