Innovatiónsvegleiðing. Henda vegleiðing frá danska MindLab inniheldur fleiri hent amboð at brúka í samband við at menna nýggj hugskot og loysnir, at taka brúkaran við í tilgongdina at skapa nýggjar og betri loysnir. Sí vegleiðingina her.

Innovatiónsbarometrið er ein kanning av innovatión á almennum stovnum í Danmark. Endamálið er at geva íblástur til stovnar og onnur í arbeiðinum við at økja um góðsku og virkni gjøgnum innovatión við at vísa ”hvat onnur gera”. Innovatiónsbarometrið veitir amboð til millum annað hvussu hugskot frá starvsfólkum verða loftað, hvussu innovatión kann endurnýtast og spjaðast, til samstarv tvørtur um geirar, nýtslu av tøkni o.a. Innovatiónsbarometrið er eisini tøkt sum bók, ið kann heintast ókeypis her.

Innovatión í gerandisdegnum. Tað er sera týdningarmikið, at leiðarar ganga á odda í at stimbra innovatión í gerandisdegnum. Danska “Væksthus for ledere” hevur gjørt nakrar sera hentar vegleiðingar um hetta. Sí útgávuna Innovation i hverdagen.

Innovatiónsroyndin. er eitt amboð til stovnar og starvsfólk, ið kunnu svara eini kanning til tess at finna útav, hvar arbeiðsplássið verður mett til at vera í mun til aðrar stovnar, tá tað snýr seg um innovatión. Einstaklingar svara, og svarini eru dulnevnd. Síðani er møguligt, út frá eini grafiskari lýsing, at samanbera úrslitið við landsmiðaltali í Danmark. Royndin er tøk her.

Diagnosuamboð. Avstralska fyrisitingin hevur gjørt amboð til at kanna, hvussu innovatiónsstigið er í organisatiónum. Sí Diagnostic Tool. 

Sosial innovatión. Síðan Development Impact & You, sum bretski innovatiónsstovnurin NESTA varðar av, inniheldur eina rúgvu av praktiskum amboðum, sum eru ætlað til at stimbra sosialari innovatión. Sí síðuna her.

Spjaðingarvegleiðing. Danska Center for Offentlig Innovation hevur ment eina spjaðingarvegleiðing til tess at veita almennum stovnum hjálp til at spjaða innovatiónsverkætlanir og tær royndir, stovnurin hevur fingið. Vegleiðingin hevur seks stig við amboðum, ið hoyra til hvørt stig, til tess at skipa arbeiði og samskiftið sum í eini spjaðingartilgongd. Spjaðingarvegleiðingin sæst her.

Teori U. At lurta er ein ógvuliga týdningarmikil partur av at leiða innovatiónsverkætlanir. Otto Scharmer hevur ment eina teori, sum nevnist Teori U, sum millum annað snýr seg um lurta. Síggj Otto Scharmer greiða frá Teori U her.

Vegleiðing til eftirmeting av innovatiónsverkætlanum. Center for Offentlig Innovation hevur ment eina vegleiðing til starvsfólk og leiðarar til tess at eftirmeta innovatiónsverktætlanir. Vegleiðingin er stílað leiðarum, innovatiónsráðgevum, eftirmetingarráðgevum, menningarráðgevum og verkætlanarleiðarum. Vegleiðingin inniheldur leiðreglur um eftirmeting av innovatiónsverkætlanum, framseting av eftirmetingarástøði, boð rithøvundans uppá eyðkendar avbjóðingar viðvíkjandi eftirmeting av innovatiónsverkætlanum og yvirlit yvir eftirmetingarmyndil. Vegleiðingin til eftirmeting av innovatiónsverkætlanum er tøk her.