Ein háttur at fremja samstarvsrikna innovatión er, at almenni geirin samstarvar við privata geiran. Í eini almennari-privatari innovatiónsverkætlan arbeiða luttakararnir saman um at menna nýggjar innovativar loysnir, sum loysa felags avbjóðingar.

 

Eitt samstarv við tað privata ger tað møguligt fyri almennar organisatiónir at royna ymiskt, sum annars ikki hevði verið møguligt. Aðrar lógir og reglur eru galdandi fyri almenn partafeløg og/ella privatar fyritøkur/felagsskapir, og tí er møguligt at gera ymiskar royndir í einum samstarvi við privata geiran, sum ikki høvdu borið til í tí almenna.
Eitt dømi um eina verkætlan, sum er framd í einum samstarvi millum lutvíst almennar og privatar organisatiónir er Google Sheep View. Í felag hava partarnir arbeitt fyri at verkseta eitt hugskot, sum tænir einum felags endamáli.

Visit Faroe Islands hevur til endamáls at fáa fleiri ferðafólk at vitja Føroyar. Visjónin er, at ferðavinnan kann verða ein nýggj basisvinna fyri landsbúskapin. Hjá Atlantic Airways eru tey eisini áhugað í at fáa fleiri ferðafólk til Føroya til tess at økja um ferðaseðlasøluna. Í samstarvi við privatar samskiftisfyritøkur í Føroyum og uttanlands varð tí farið undir átakið Google Sheep View.

Visit Faroe Islands hevði eitt hugskot um eina lýsingarherferð, sum skuldi fáa Føroyar á heimskortið, og av tí at Google í dag er sammerkt við heimskortið, ynsktu tey, at Google skuldi vera ein partur av átakinum. Við hesum útgangsstøði vendu Visit Faroe Islands sær til privatu lýsingafyritøkurnar Sansir og Liquidminds, sum mentu eitt hugskot um at seta filmstól á seyð. Visit Faroe Islands vendu sær síðani til Atlantic Airways við hesum hugskotinum, og í felag mentu tey lidna brandið Google Sheep View. Men fyri at hugskotið kundi gerast veruleiki, skuldu partarnir seta eina millión krónur hvør í váða.

– Níggju av tíggju leiðarum siga nei í sovorðnum førum, tí tað er for ósikkurt. Men eg haldi tað, at um mann vil náa óvanliga høgum úrslitum, so má mann eisini viðhvørt tora at taka óvanliga høgar risikoir, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

Guðrið Højgaard er sera takksom fyri, at Atlantic Airways eisini tordi at taka hendan váðan á seg, tí tað var eingin vissa fyri, at verkætlanin fór at geva úrslit. Men í dag síggja partarnir vinningin av at hava váðað í felag. Hotellini eru bókað nógv fyrr í ár samanborið við undanfarin ár, og virðislønirnar koma í stríðum streymum, sum eisini gevur Føroyum eyka umrøðu.

– Sum við øllum toymum og prosjektum, so handlar tað um, at hvør gevur sítt íkast. Vit høvdu okkara upp- og niðurtúrar í samstarvinum, men vit føldu, at vit máttu gjøgnumføra prosjektið. Tú fert út á ótrygga mark, men tú fyrireikar teg so væl sum møguligt, sigur Guðrið Højgaard.