Úr blogginum: Skrivað av Jónu Ólavsdóttir Dalsgarð og Báru Akselsdóttir Haraldsen.

 

Innovatión fer fram á stovnum landsins, men arbeiðið er meiri tilvildarligt enn tilvitað.

Í vár vóru vit báðar Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð og Bára Akselsdóttir Haraldsen starvslesandi í Stjórnartænastuni á Løgmansskrivstovuni. Har arbeiddu vit við verkætlanini Vit bróta slóð undir Stjórnarskúlanum. Í hesum sambandi gjørdu vit eina kanning av, hvussu stovnar landsins arbeiða við innovatión. Endamálið við kanningini var millum annað at geva eitt íkast til manglandi vitan um almenna innovatión í Føroyum. Vit vóru á vitjan á átta stovnum, har vit prátaðu um ítøkiligar innovatiónssøgur og spurdu inn til, í hvussu stóran mun arbeiðið við innovatión er tilvitað ella tilvildarligt.

Vit sóu skjótt, at allir stovnarnir arbeiddu við innovatión – onkur enntá í heimsflokki. Men eingin av teimum átta stovnunum arbeiddi skipað og regluligt við innovatión. Mett varð, at tað serliga eru tvær orsøkir til hetta.

 

Manglandi tilfeingi

Fyrra orsøkin er manglandi tilfeingi – bæði menniskjaligt og fíggjarligt. Kanningin vísir, at fíggjarliga rásarúmið í organisatiónunum í flestu førum er stuttskygt, og á fleiri arbeiðsplássum eru innovatiónsverkætlanir fíggjaðar uttanhýsis. Tann óvissan, sum kann vera í mun til fíggjarligt tilfeingi í framtíðini, verður eisini mett at hava neiliga ávirkan á váðafýsnið í organisatiónunum. Hetta verður aftur mett at hava ávirkan á, at innovatión ikki er ein regluligur táttur í organisatiónunum.

 

Lítið organisatioriskt og politiskt eftirlit

Seinna orsøkin verður mett at vera lítið organisatioriskt og politiskt eftirlit. Fimm av átta organisatiónum siga, at arbeiðið í organisatiónini er merkt av lítlum ella ongum eftirliti. Eisini er tað áhugavert at vísa á, at eitt ávíst nøgdsemi sást í samband við lítið eftirlit í innovatiónsarbeiðinum, hóast OECD í fleiri frágreiðingum seinastu árini hevur víst á fyrimunir við væl skipaðari innovatión við greiðum eftirliti. Hetta nøgdsemið verður eisini sett í samband við skjótt samskifti, har tað ikki skulu takast atlit at niðurskrivaðum mannagongdum og málsætlanum. Út frá kanningini varð eisini mett, at hetta møguliga kann vera ávirkað av føroyskari mentan sum heild, ið kann lýsast við orðatakinum: “verður tað ikki í dag, ja so verður tað nokk í morgin”.

 

Bæði manglandi tilfeingi og lítið eftirlit skapa ein ósamanhang í innovatiónsarbeiðinum, og eru soleiðis við til at halda fast í tilvildarligu tilgongdunum til innovatión í organisatiónunum.

 

Innovatiónsmentan

Sambært Jacob Torfing, granskara í almennari innovatión frá Roskilde Universiteti, kann hetta vera ein avbjóðing, skulu vit uppbyggja eina innovatiónsmentan. Torfing sigur nevniliga, at ein tilvildarlig tilgongd til innovatión ikki økir um innovatiónstilfeingið í almenna geiranum, og tørvur tí er á eini nýggjari dagsskrá fyri innovatión.

Við støði í hesum kann sigast, at fáa vit stovnar landsins at gera innovatión til ein áhaldandi og reguligan tátt í arbeiðinum, so kunnu vit menna eina innovatiónsmentan, sum økir innovatiónstilfeingið í almenna geiranum. Fáa vit eina stimbraða innovatiónsmentan í almenna geiranum, fer hendan væntandi ikki bert at skapa virði fyri almennu stovnarnar, men eisini at seyra út í restina av samfelagnum og skapa virði fyri vinnulív og borgarar.